Stór leiting í Íslandi eftir manni, sum datt fyri borð

Stór leiting í Íslandi eftir manni, sum datt fyri borð
Leitað verður út fyri Garðskaga á Reykjanesi. Maðurin datt leygardagin fyri borð á líniskipinum Sighvat, sum hevur heimstað í Grindavík
Mynd: RÚV  
 
05.12.2022 - 18:21

Fimtan skip og bátar og tvær tyrlur eru við í leitingini á sjónum, og fólk leita eisini framvið sjóvarmálanum. Vaktar- og bjargingarskipið Þór hevur leitað síðani leygardagin í økinum, har hildið var at maðurin kundi vera. 

Hetta økið er nú víðkað eftir útrokningum av ráki og streymi. Lítil og eingin vindur hevur verið á leiðini, síðani vanlukkan hendi, skrivar íslendska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109