Málið um yvirgangsálopið í Belgia er byrjað

Málið um yvirgangsálopið í Belgia er byrjað
10 fólk eru ákærd, men bara níggju møta í rættinum, tí tann eini er helst fallin í Sýria
Í dag byrjar rættarmálið móti teimum, sum ákærd fyri at hava fram atsóknir í Brússel í 2016.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.12.2022 - 09:28

Málið um yvirgangsálopið í Belgia í 2016 er byrjað. 

Yvirgangsálop var framt á Zaventem-flogvøllin í Brússel og tokstøðina Maalbeek í Brússel. 

32 fólk lótu lív, og 324 fingu vóru særd.

Høvuðsákærdi er Salah Abdeslam, sum longu er dømdur lívlangt fongsul í Fraklandi fyri at hava verið uppi í yvirgangsatsóknini at konserthøllini, Bataclan, í Fraklandi í 2015, har 130 fólk lótu lív.

Tilsamans eru 10 fólk ákærd í málinum í Belgia.

Av teimum møta níggju í rættinum, hálvt sjeynda ár eftir álopini.

Tann eini, sum er ákærdur, er helst fallin í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109