- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu tilflytarar í Grønlandi koma úr Asia

Ongantíð hava so nógvir tilflytarar verið í Grønlandi sum nú, og flestu koma úr londum í Asia.
Sambært grønlendsku hagstovuni eru 1.860 tilflytarar í Grønlandi, nærum tvífalt so nógvir sum fyri fimm árum síðani, tá ið teir vóru gott túsund í tali.
Í 2017 høvdu 391 av teimum 1.017 tilflytarunum ríkisborgararætt í asiatiskum landi, men nú er talið 1.139 tilflytarar, ella ein vøkstur upp á heili 291 prosent.
Tey flestu úr Filipsoyggjum
Hagtølini siga, at flestu asiatarnir koma úr Filipsoyggjum, og síðani koma tailendingar og kinesarar á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Fyri fimm árum síðani vóru evropearar størsti bólkurin av tilflytarum, men eru nú næststørsti bólkurin.
Verða danir og føroyingar ikki taldir við, eru evropisku tilflytararnir í Grønlandi nú 688 í tali, sum eru góð 20 prosent fleiri síðstu fimm árini.