
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdu yvirgangsmenninir í Belgia fyri rættin

Rættarmálið um yvirgangsálopið í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, í 2016 byrjaði í dag.
Tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu 22. mars 2016 seg sjálvar í luftina á flogvøllinum í býnum, og ein triði sprongdi eina bumbu í metroini á Maalbeek-støðini.
Islamski yvirgangsfelagsskapurin, IS, tók ábyrgdina av álopunum.
Verjar tosa við nakrar av teimum ákærdu, áðrenn rættarfundurin var settur í morgun. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Teir tríggir gerningsmenninir eru ikki á lívi meira, men 10 onnur eru ákærd fyri at hava hjálpt til í atsóknini.
Í atsóknini í Brússel lótu 32 fólk lív og 300 fingu skaða.
Ein av teimum, sum var staddur á Maalbeek-metrostøðini, var fuglfirðingurin Sólfinn Hansen. Hann fegnast um, at gerningsmenninir nú eru drignir til svars.
Hoyr samrøðu við Sólfinn Hansen í útvarpstíðindunum: