Krúnan lagast eftir kongi

Krúnan lagast eftir kongi
Kongakrúnan skal tillagast, so Charles kongur passar hana, tá ið hann í mai næsta ár skal krýnast í Westminster Abbey.
 
04.12.2022 - 14:54

Bretski høvuðsríkisgimsteinur, St. Edwards Crown úr 18. øld, er tikin úr føstu framsýningini í Tower of London og flutt til eina ókenda adressu.

Orsøkin er, at kongakrúnan skal tillagast, so Charles kongur passar hana, tá ið hann næsta ár skal krýnast.

Tað upplýsir bretska kongshúsið á síni heimasíðu.

Charles kongur fær krúnuna á høvdið undir krýningarhátíðarhaldinum, sum verður í Westminster Abbey í mai mánaði.

Hátíðarhaldið er ein reinur formalitetur, tí Charles gjørdist kongur í somu løtu, sum mamma hansara, Elizabeth II drotning, andaðist í september mánaði.

St. Edwards Crown vigar 2 kilo og 230 gram, er úr reinum gulli og prýdd við rubinum, safirum, ametystum og øðrum gimsteinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109