- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inflatiónin fer at falla
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anna-breman.jpg?itok=8YH487If)
Metstóra inflatiónin hevur vundið upp á seg uttan steðg í eina tíð, men skjótt kann stígur fara at koma í.
Tað heldur varastjórin í svenska ríkisbankanum, Anna Breman.
- Eg rokni við, at vit aftur eru komin niður á eina inflatión upp á tvey prosent um eitt ár, tá ið vit koma til ársskiftið til 2024, sigur hon við svenska sjónvarpið, SVT.
Klas Edlund, tjóðarbúskaparfrøðingur, er tó ikki líka sannførdur um, at inflatiónin fer at falla so skjótt.
- Eg vóni tað, men eri bangin fyri, at tað kann fara at taka longri tíð, sigur hann, samstundis sum hann sigur seg vænta, at inflatiónin fer at falla nakað hetta næsta árið.
Inflatiónin í Svøríki var í oktober mánaði 9,3 prosent, samanborið við oktober árið fyri.