Fleiri ukrainsk flóttafólk

Fleiri ukrainsk flóttafólk
Týskur sendiharri roknar við nýggjari flóttafólkbylgju úr Ukraina, nú vetrarkuldin ger um seg og mong ongan hita hava í húsum sínum.
 
04.12.2022 - 17:17

Roknast kann við, at ukrainsk flóttafólk í stórum tali fara at leita sær friðskjól í øðrum londum, nú vetrarkuldin ger alsamt meira um seg.

Tað heldur týski sendiharrin í Bretlandi, Miguel Berger.

- Vit kunnu rokna við eini flóttafólkabylgju tær næstu vikurnar, sigur Berger og vísir á russisku atsóknirnar at orkuverkum í Ukraina sum fremstu orsøk til fleiri ukrainsk flóttafólk.

Kring meginpartin av Ukraina er nú kavi og frost, samstundis sum fleiri húsarhald ongan hita hava.

Tøl frá ST vísa, at síðani Russland leyp á Ukraina í februar mánaði, eru átta milliónir ukrainar rýmdir heimanífrá sum flóttafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109