Bretland: Boð eftir herinum

Bretland: Boð eftir herinum
Bretska stjórnin er til reiðar at leita sær hjálp frá herinum, nú roknast kann við tveimum stórum verkføllum í heilsuverkinum.
 
04.12.2022 - 17:12

Næstu vikurnar og enntá á jólum verður bretska heilsuverkið rakt av verkføllum, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir hava boðað frá verkfalli og tað sama hava portørarnir.

Støðan er so mikið álvarslig, at bretska stjórnin umhugsar at taka nýggj stig, so raksturin av heilsuverkinum og trygdin hjá sjúklingunum kunnu tryggjast.

Ætlanin er at fáa hjálp frá herinum, ið millum annað hevur fólk, sum eru útbúgvin til at taka sær av sjúkraflutningi, veit Sky News av siga.

Longu nú er farið undir miðvísar venjingar, so herfólk, sivil tænastufólk og sjálvboðin skulu kunna vera til reiðar at hjálpa til undir verkføllunum, ið væntast at raka serliga hart um jóltíðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109