- Tíðindi, mentan og ítróttur
Konservative fer ikki í samgongu

Konservativi flokkurin í Danmark hevur í dag tikið seg úr samgongusamráðingunum.
Tað skrivar floksformaðurin Søren Pape Poulsen á Facebook.
Formaðurin skrivar, at Konservativi flokkurin og Sosial-demokratarnir hava havt ein heilhjartaðan áhuga í at vita, hvussu nógv teir kundu nærkast hvørjumøðrum.
"Men: Tá alt kemur til alt, so haldi eg ikki, at tað er sambæriligt við tey lyfti vit góvu í valstríðnum, og tað eg havi sagt um eina slíka stjórn", skrivar Søren Pape Poulsen og leggur afturat, at allur tingbólkurin hjá teimum Konservativu tekur undir við avgerðini um ikki at fara í stjórn saman við Sosial-demokratunum.
Síðani fólkatingsvalið 1. november hevur sosial-demokratiski forsætisráðharrin Mette Frederiksen roynt at skipa eina breiða stjórn tvørtur um miðjuna av donskum politikki. Í farnu viku vórðu Eindarlistin, Alternativið og Nýggju Borgarligu sáldaði frá.
Tey, sum nú sita eftir við samráðingarborðið, eru umframt Sosial-demokratarnar Vinstriflokkurin, Moderatarnir, SF og Radikali Vinstraflokkurin. Harumframt eru Liberal Alliansa og Danski Fólkaflokkurin á "tilkallivakt", sum eygleiðarar taka til.