- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alex Jones farin á húsagang
Alex Jones farin á húsagang
Alex Jones hevur alla tíðina hildið uppá, at drápini á Sandy Hook-skúlanum eru ongantíð farin fram

Alex Jones er dømur rinda góðar sjey milliardir krónur, og í dag boðaði hann frá, at hann er farin á húsagang.
Mynd: Ritzau Scanpix
02.12.2022 - 14:16
Amerikanski samansvørjingar-teoretikarin, Alex Jones, er farin á húsagang.
Fyri trimum vikum síðani var hann dømdur at gjalda 965 milliónir dollarar í bót fyri sínar útsagnir. Tað svarar til góðar sjey milliardir krónur.
Hetta var í meira lagi, og Alex Jones boðar í dag frá, at hann er farin á húsagang.
Tað vóru útsagnirnar um skúladrápini á Sandy Hook-skúlanum, har 20 børn og seks vaksin lótu lív, sum høvdu við sær, at Alex Jones var dømdur.
Hann hevur alla tíðina sagt, at hendingin als ikki er farin fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV