ES keypir fiskirættindi í Grønlandi fyri 126 mió. kr.

ES keypir fiskirættindi í Grønlandi fyri 126 mió. kr.
ES og Grønland hava gjørt fiskiveiðusáttmála
Skip í ES-londum kunnu fiska 7.760 tons av lodnu í grønlendskum sjógvi næsta ár.
 
01.12.2022 - 08:26

Grønland og ES hava gjørt nýggja fiskiveiðuavtalu, sum er galdandi fyri 2023.

Nøgdirnar, sum ES sleppur at keypa sær rættin til at fiska, eru munandi minni, enn tær hava verið seinnu árini, upplýsir grønlendska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Orsøkin er, at tilráðingarnar nú eru minni fyri fleiri fiskasløg.

ES hevur keypt sær rættin til at fiska kongafisk, svartkalva og rækju, og 7.760 tons av lodnu. Fyri hetta skal ES gjalda Grønlandi 126,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114