Fyrrverandi kinesiskur forseti deyður

Fyrrverandi kinesiskur forseti deyður
Jiang Zemin kom til valdið eftir hópdrápini á Himmalska friðartorginum í Beijing í 1989
Fyrrverandi kinesiski forsetin, Jiang Zemin, var 96 ára gamal, nú hann doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.11.2022 - 14:40

Fyrrverandi kinesiski leiðarin, Jiang Zemin, er deyður, 96 ára gamal.

Kinesiska tíðindastovan Xinhua skrivar, at Jiang Zemin hevði krabba og doyði, tí gøgnini ikki megnaðu meira.

Tað vóru hópdrápini á Himmalska friðartorginum í Beijing í 1989, sum høvdu við sær, at Jiang Zemin, sum var lutfalsliga ókendur í leiðsluni í kinesiska kommunistaflokkinum, kom til valdið. Fleiri mótmælisfólk doyðu í mótmælisgongunum.

Zhao Ziyang, sum var leiðari í 1989, fall í ónáði í flokkinum, tí hann royndi at koma í samband við illu studentarnar.

Í hansara stað kom tí Jiang Zemin, sum hevði somu fatan sum gamla leiðslan í kommunistaflokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114