Brævbumba sprongdist á ukrainskari sendistovu

Brævbumba sprongdist á ukrainskari sendistovu
Ukrainski uttanríkisráðharrin hevur givið boð um at herða trygdartiltøkini við allar sendistovur
Løgreglan er væl mannað uttan fyri ukrainsku sendistovuna í Madrid eftir spreingingina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.11.2022 - 14:29

Eitt fólk fekk skaða av eini spreinging á ukrainsku sendistovni í spanska høvuðsstaðnum Madrid í dag.

Spanska løgreglan sigur, at talan er um eina brævbumbu, sum sprongdist.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, hevur givið boð um herd trygdartiltøk við allar sendistovur hjá Ukraina.

Hann hevur eisini heitt á spanska uttanríkisráðharran um alt fyri eitt at seta kanningararbeiði í verk eftir hendingina.

Løgreglan kannar málið, og ein kriminaltøkningur er við í kanningararbeiðnum, sigur spanska løgreglan í fráboðan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114