Vil hava Kina at virða rættin til friðarlig mótmæli

Vil hava Kina at virða rættin til friðarlig mótmæli
Mótmælisfólkini krevja, at kinesiski leiðarin leggur frá sær.
Mótmælisfólkini krevja, at Xi Jinping leggur frá sær, men hann letst ikki um vón.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.11.2022 - 08:36

ST heitir nú á Kina um at virða rættin til friðarlig mótmælistiltøk. 

Samstundis fordømir EBU, felagið hjá public service sjónvarps- og útvarpsstøðum í Evropa, mátan, sum journalistar verða viðfarnir.

- Vit heita á myndugleikarnar um at svara mótmælunum aftur, soleiðis sum altjóða mannarættindi og normar áseta.  Eingin eigur at vera tilvildarliga handtikin fyri á friðarligan hátt at hava sagt sína hugsan, sigur talsfólkið á ST-mannarættindaskrivstovuni, Jeremy Laurence.

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á mótmælunum, sum hava verið í Kina seinastu dagarnar.

Mótmælistiltøkini vóru at byrja við móti hørðu koronutiltøkunum, men eru nú eisini móti leiðsluni í landinum við kravi um, at kinesiski leiðarin, Xi Jinping, leggur frá sær.

Philip Róin, tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Kina, sigur, at leiðarin í landinum letst ikki um vón:

 

29112022_Philip_um_Kina

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114