Vilja hava fund við Fíggjarnevndina um játtan

Vilja hava fund við Fíggjarnevndina um játtan
Háskúlin í Nesvík hevur gjørt vart við, at skúlin hevur ikki fingið peningin, sum var játtaður í ár
Háskúlin í Nesvík hevur ikki fingið peningin, sum hann fekk játtaðan á figgjarlógini í ár, og skúlin vil tí hava fund við Fíggjarnevndina um málið.
 
28.11.2022 - 08:43

Hóast arbeiðið hjá løgtinginum liggur stilt í løtuni, fær Fíggjarnevndin hjá løgtinginum brøv í sambandi við uppskotið um fíggjarlógina fyri 2023.

Millum annað ger háskúlin í Nesvík vart við, at hann hevur ikki enn fingið pengingin, sum var játtaður honum í ár. Talan er um eina millión og 350.000 kr.

Í hesi vikuni ætlar skúlin at taka næmingar til skúlaárið 2023-24.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 eru tvær milliónir og 550.000 kr. til háskúlan í Nesvík.

Skúlin biður um fund við Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226