Kina: Mótmæla nú stjórnini í landinum

Kina: Mótmæla nú stjórnini í landinum
Summastaðni í Kina hevur verið útgongubann í 100 dagar
Mótmælini í Kina byrjaðu sum mótmæli koronutiltøkunum. Men nú mótmæli kinesarar stjórnini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.11.2022 - 14:28

Mótmælini í Kina halda fram í størru býunum. 

Tey byrjaðu sum mótmæli móti koronutiltøkunum, men eru nú mótmæli móti stjórnini.

Tað er framvegis óvist, hvussu stjórnin fer at handfara mótmælisfólkini, sigur Philip Róin, journalistur hjá danska kringvarpinum í Kina. 

Hann var inni í Shanghai í nátt:

 

28112022_Roin_1

 

Philip Róin er tíðindamaður hjá DR í Kina. Hann er hálvur føroyingur. (Mynd: DR)

 

Kinesarar eru ónøgdir við 0-koronupolitikkin, tí brádliga er útgongubann, og fólk sleppa ikki út fyri dyr. 

Í nøkrum økjum í Kina hevur útgongubann verið í 100 dagar, og sjálvur sat Philip Róin innibyrgdur í tveir mánaðir í Shanghai orsakað av koronu. 

Fólk í Shanghai stúra fyri støðuni og avleiðingunum av mótmælunum:

 

28112022_Roin_2


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114