- Tíðindi, mentan og ítróttur
BBC-journalistur handtikin í Kina

Ein journalistur hjá bretska kringvarpinum BBC var í gjár handtikin, meðan hann var til arbeiðis í sambandi við eina mótmælisgongu í Shanghai móti koronutiltøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í gildi.
Uttanríkisráðið í Kina sigur í dag, at BBC-journalisturin ikki eyðmerkti seg sum journalist, skrivar Reuters.
BBC skrivar m.a. um hendingina á Twitter, at Ed Lawrence var handtikin og lagdur í handjørn.
Sligin og sparkaður
Hann var í varðhaldi í fleiri tímar, har løgreglan sló og sparkaði hann. Seinni var hann latin leysur aftur.
- Tað er álvarsligt, at ein av okkara journalistum verður álopin, meðan hann er til arbeiðis. Vit hava hvørki fingið frágreiðing ella umbering frá myndugleikunum í Kina annað enn, at hann var handtikin fyri at verja hann fyri koronusmittuni í stóru mannamúgvuni, skrivar BBC á Twitter.
Deildarstjórin í kinesiska uttanríkisráðnum, Zhao Li-jam, segði í dag, at hann hevur lisið fráboðanina hjá BBC um hendingina, men at tað samsvarar ikki við tað, sum í veruleikanum hendi, skrivar Reuters.