- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógvusligt skriðulop
Ógvusligt skriðulop
Nógv regn var atvoldin til skriðulopið, sum higartil hevur kostað eitt mannalív. Ellivu fólk eru framvegis saknað

Fólka royna at bjarga tí, sum bjargast kann
Mynd: Guglielmo Mangiapane/Reuters/Ritzau Scanpix
27.11.2022 - 13:41
Bjargingarfólk leita enn eftir saknaðum fólki eftir eitt skriðulop á Ischia, sum er ein oyggj í syðra parti av Italia. Hetta skrivar AP-tíðindastovan í dag.
Líkið av einari 31 ára gamlari kvinnu er funnið, og tvær familjur við børnum eru millum tey 11 fólkini, sum framvegis eru saknað.
Luca Cari, sum er talspersónur fyri sløkkiliðið á staðnum, sigur, at teir enn vóna at finna fólkini á lívi, hóast tað er trupult.
Óvanliga nógv regn seinastu dagarnar var orsøkin til stóra skriðulopið, sum hendi tíðliga leygardagin. Sambært AP eru 164 fólk heimleys eftir hendingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV