Friðarútlit í Venesuela

Friðarútlit í Venesuela
Við norskari hjálp hava stjórn og andstøða gjørt semju
Mynd: Henry Romero/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2022 - 15:41

Stjórnin og andstøðan í Venesuela hava undirskrivað eina avtalu í Meksiko, sum skal leiða landið út úr politisku kreppuni, sum landið hevur verið í líka síðan 2018, tá Nicolás Maduro vann forsetavalið eftir ákærur um umfatandi valsvik.

Tá var landið longu í kreppu, men í 2018 vóru enn fleiri tiltøk sett í verk móti Venesuela. Millum annað vóru milliardir av dollarum frystir í útlendskum peningastovnum. Amerikanska oljufelagið Chevron fekk eisini bann at virka í landinum, og tað hevði eisini umfatandi avleiðingar við sær, tí Venesuela ikki slapp av við oljuna, sum landið er so ríkt av.

Norra hevur verið virkin partur í at finna semju millum stjórn og andstøðu. Ein partur av semjuni er, at nakrar av fastfrystu milliardunum kunnu latast sosialum endamálum í Venesuela, har korini hjá fólkinum eru sera trong. Inflatiónin er høg, mangul er upp á heilivág, og streymurin verður slitin við jøvnum millumbilum.

Nógvir trupulleikar eru eftir at loysa. Millum annað vil Nicolás Madura hava viðurkenning frá amerikansku stjórnini, sum annars hevur viðurkent andstøðuleiðaran, Juan Guaido, sum landsins forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114