Russland: Revsa LGBT+ hart

Russland: Revsa LGBT+ hart
Í Russlandi kanst tú nú sum útlendingur enda í fongsli, um tú á nakran hátt tosar positivt um homoseksualitet
 
26.11.2022 - 11:30

Russiska tjóðartingið, Duman, samtykti hósdagin eina lóg, sum sigur, at øll umrøða av LGBT+, ið kann metast sum positiv ella eggjandi, skal kunna sektast.

Tað skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Vanligir russiskir borgarar, sum tosa ella skriva positivt um LGBT+, kunnu fáa eina bót svarandi til 47.000 krónur. Miðlar, ið bróta nýggju lógina, kunnu fáa eina bót upp á 600.000 krónur.

Útlendingar, sum bróta lógina, kunnu verða settir í fongsul í 15 dagar og síðani útvístir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114