Norra: Festi í turran lyng

Norra: Festi í turran lyng
Ein ógvusligur eldur á heiðini við Roan í Åfjord kommunu, har tað hevur fest í turra lyngin, ger nú um seg fram við strondini í Trøndelag í Norra.
 
26.11.2022 - 18:19

Stórur vandi er fyri, at eldurin breiður seg, og politiið heitir á fólk í umráðnum um at fara úr húsum sínum ella at gera seg til reiðar at fara.

Tað skrivar norska blaðið, Verdens Gang.

Blaðið veit at siga, at fólk longu nú eru farin úr millum 15 og 20 húsum í umráðnum.

Tað hevur síðstu tvær vikurnar verið turrveður á leiðini, har eldurin á heiðini herjar, og nógvi vindurin, ið nú er, ger sítt til, at eldurin breiðir seg skjótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114