Ísland: Fleiri tilflytarar

Ísland: Fleiri tilflytarar
Talið á tilflytarum í Íslandi var við ársbyrjan í ár 61.148, svarandi til 16,3 prosent av íbúgvunum í landinum, upplýsir íslendska hagstovan.
Mynd: mbl.is/Eggert Jóhannesson  
 
26.11.2022 - 18:20

Talið á tilflytarum heldur sostatt fram at vaksa, tí í fjør vóru teir 57.126 í tali, svarandi til 15,5 prosent.

Afturi í 2012 vóru tilflytararnir bara átta prosent av samlaða fólkatalinum í Íslandi, so talan er um eina tvífalding síðstu tíggju árini.

Talið á tilflytarum í øðrum ættarliði stendur eisini í vøkstri, tí tað var við ársbyrjan í fjør 6.117, men var 1. januar í ár komið upp á 6.575.

Verða tølini fyri tilflytarar og tilflytarar í øðrum ættarliði løgd saman, eru tey um 18 prosent av íbúgvunum í Íslandi, upplýsir íslendska hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114