Afghanistan: Kúgar kvinnur

Afghanistan: Kúgar kvinnur
Ágangurin, ið bæði gentum og kvinnum er fyri í Afghanistan, svarar til, at tær verða hildnar sum fangar, sigur ST.
Mynd: Open Doors  
 
26.11.2022 - 11:32

- At talibanstýrið í Afghanistan skerjir frælsi og rættindi hjá kvinnum og gentum, kann teljast millum brotstverk ímóti mannaættini.

Tað sigur serligi frágreiðarin hjá ST fyri mannarættindum í Afghanistan, Richard Bennett.

Kvinnur verða millum annað forðaðar í at ferðast, uttan at eitt skyldfólk, ið skal vera maður, er við, og eisini skulu tær fjala seg við burka ella hijab, um tær fara heimanifrá.

Somuleiðis kunnu tær hvørki venja ella svimja alment, og skúlar fyri tannáringagentur eru stongdir.

- At avmarka kvinnur til bert at kunna vera heima er tað sama sum at halda tær sum fangar, sigur Richard Bennett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114