Turkaland ætlar at skriva undir avtaluna um Svalbard

Turkaland ætlar at skriva undir avtaluna um Svalbard
Norskir politikarar hava biðið stjórnina um frágreiðing
Longyearbýurin á Svalbard. Nú hevur Turkaland eisini víst áhuga og ætlar at skriva undir avtaluna um Svalbard.
 
24.11.2022 - 09:11

Turkaland vísir nú áhuga fyri Svalbard, og turkiski forsetin, Erdogan, hevur skrivað undir eitt uppskot, sum gevur turkum loyvi at liva, búgva, veiða og fiska á Svalbard og havleiðunum við Svalbard.

Fyrst í oktober samtykti uttanríkisnevndin í turkiska tjóðartinginum uppskotið.

Samstundis ætlar Turkaland at skriva undir avtaluna um Svalbard, sum var gjørd í 1920, og sum 44 lond higartil hava skrivað undir.

 

300 mió. til menningarætlan

Russland vísir eisini størri áhuga fyri Svalbard, og ætlar at nýta 300 milliónir kr. til eina menningarætlan. Sannlíkt er eisini, at Turkaland kann fara at gera íløgur á Svalbard, sigur norski granskarin, Andreas Østhagen.

Svalbard er lýst sum uttanveltað øki. Tað gjørdi norska stjórnin í 1950, og hóast Noreg hevur yvirvaldsrættin, so kunnu fólk úr londunum, sum hava skrivað undir avtaluna, búseta seg og virka á Svalbard.

 

Biðja um frágreiðing

Norskir politikarar hava biðið norsku stjórnina um eina frágreiðing um turkiska áhugan fyri Svalbard, sigur talskvinnan hjá Høgraflokkinum, Ingjerd Schou.

Hon vísir á, at kríggið í Ukraina hevur havt við sær, at bæði Finnland og Svøríki hava biðið um limaskap í NATO, men Turkaland hevur higartil ikki vilja gingið umsóknunum á møti.

Turkaland hevur seinastu árini gjørt fleiri granskingarferðir til Norðpólin, og eftir eina ferð í fjør, skírdi turkiski professarin, Burcu Øzsoy, leiðina til Norðpólin sum nýggja silkivegin, og gjørdi greitt fyri uttanríkisnevndini í turkiska tjóðartinginum, at ein triðingur av oljuni og gassinum í heiminum er við Norðpólin, skrivar NRK.

 

Eingin viðmerking

Norska kringvarpið hevur biðið um viðmerkingar til turkiska áhugan fyri Svalbard, men hevur fingið at vita, at eingin viðmerking verður, fyrr enn stórtingið er kunnað um turkisku ætlanirnar.

Hóast turkiska áhugan fyri Svalbard, fær Turkaland ikki atgongd til møguliga olju, gass og fisk á leiðini við Svalbard, sigur norski granskarin.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369