Skjótari at avgreiða ferðafólk í bretskum floghavnum

Skjótari at avgreiða ferðafólk í bretskum floghavnum
Flogvøllirnir skulu útvega sær skannarar, so ferðafólk sleppa undan at taka elektroniska útgerð úr tasku ella kufferti, í seinasta lagi í 2024
At fólk skulu leggja teldur og løg fyri seg, tá tey fara gjøgnum trygdareftirlitið, er størsta orsøk til seinkingar og bíðirøðir á altjóða flogvøllum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.11.2022 - 15:50

Í hesum hátøkniligu tíðum er ein forðing, sum ikki rættiliga er loyst enn. Tað er, tá fólk skulu trygdarkannast, áðrenn tey fara inn á ein altjóða flogvøll.

Men nú røkist fyri, at fólk í framtíðini sleppa undan av taka elektroniska útgerð úr taskuni ella kuffertinum, og at leggja løg fyri seg.

Nýggir 3D-skannarar eru mentir, og NRK skrivar, at myndugleikarnir í Bretlandi, sum teir fyrstu, hava heitt á allar flogvøllir í landinum um at fáa sær hesar nýggju skannarar í seinasta lagi í 2024, so fólk kunnu leggja viðføri sítt beint á bandið.

Hetta, at fólk skulu leggja teldur og løg fyri seg, tá tey fara gjøgnum trygdareftirlitið, er størsta orsøk til seinkingar og bíðirøðir á altjóða flogvøllum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114