Bolsonaro fekk ikki viðhald

Bolsonaro fekk ikki viðhald
Fráfarandi forsetin fær í staðin eina bót upp á 30,6 mió. kr. fyri at sáa iva um arbeiðið hjá valmyndugleikunum
Jair Bolsonaro fekk ikki viðhald í kæruni um forsetavalið í Brasil.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.11.2022 - 08:33

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, fekk ikki viðhald í kæruni um fortsetavalið herfyri. 

Tað skrivar Reuters.

Á valinum í oktober, tapti Bolsonaro fyri Lula da Silva í javnasta forsetavalinum í brasilsku søguni.

Hóast valnevndin hevur góðkent úrslitið, so avgjørdi Bolsonaro at kæra, eftir at tað kom fram, at brek var við telduskipanini, tá atkvøtt var elektroniskt. Men tey, sum høvdu ábyrgdina av av útgerðini, søgdu alt fyri eitt, at brekið ikki kundi broyta valið.

Bolsonaro bað myndugleikarnar strika tær atkvøðurnar, sum vóru elektroniskar, tí tað hevði havt við sær, at hann vann.

Tað gjørdi valnevndin ikki. Rætturin vísti eisini kæruni frá sær, og gav samgonguni hjá Bolsonaro eina bót uppá 30,6 milliónir kr. fyri at sáa iva um arbeiðið hjá valmyndugleikunum.

Luis da Silva tekur við sum forseti 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114