Rúmdarfelagsskapur góðkent fimm rúmdarfólk

Rúmdarfelagsskapur góðkent fimm rúmdarfólk
Tey fimm, sum nú skulu til verka fyri European Space Agency, eru tvær kvinnur og tríggir menn
22.523 fólk søktu hesaferð um at gerast rúmdarfólk hjá Esa, men bara fimm sluppu gjøgnum nálareygað hesaferð.
Mynd: EU Observer  
 
23.11.2022 - 15:16

Fimm fólk vóru seinnapartin góðkend sum rúmdarfólk av evropeiska rúmdarfelagsskapinum, European Space Agency, Esa.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2009, at nýggj rúmdarfólk verða útnevnd til Esa, skrivar NTB.

Tey fimm, sum nú skulu til verka fyri Esa, eru tvær kvinnur og tríggir menn.

 

20 á bíðilista

Samstundis sum tey fimm vóru kunngjørd, boðaði Esa frá, at felagsskapurin fyri fyrstu ferð hevur gjørt ein bíðilista við 20 fólkum.

Millum hesi 20 er ein sonevndur parastronautur - eitt fólk, ið ber kropsligt brek.

22.523 fólk søktu hesaferð um at gerast rúmdarfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114