Brasil: Forsetin góðtekur ikki valúrslitið

Brasil: Forsetin góðtekur ikki valúrslitið
Jair Bolsonaro krevur, at allar atkvøðurnar verða taldar av nýggjum
Fráfarandi forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, góðtekur ikki valúrslitið, og vil hava atkvøðurnar taldar av nýggjum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.11.2022 - 10:31

Fráfarandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, krevur nú, at allar talgildar atkvøður á forsetavalinum herfyri, verða strikaðar. Tað skrivar AP.

Hann hevur samstundis latið eina klagu til valmyndugleikarnar í landinum, við kravi um, at allar atkvøðurnar verða taldar av nýggjum.

Bolsonaro tapti í oktober á forsetavalinum fyri Luiz Ignacio Lula da Silva, og myndugleikarnir hava longu góðkent úrslitið av valinum.

Bolsonaro sigur í kæruni, at serfrøðingar hava víst á eitt teldubrek, men teir søgdu samstundis, at brekið onga ávirkan hevði á sjálvt valúrslitið.

Sambært advokatinum hjá Bolsonaro, fer hann at fáa 51 prosent av atkvøðunum, um kæran verður gingin á møti. Men sannlíkt er ikki, at fráfarni forsetin fær sín vilja, skrivar Ritzau.

 

Luiz Ignacio Lula da Silva vann forsetavalið í Brasil, og myndugleikarnir hava longu góðkent úrslitið av valinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114