Veðurlagsbroytingar: Brúk fyri 20.000 milliardum

Veðurlagsbroytingar: Brúk fyri 20.000 milliardum
Pengarnir skulu brúkast til at verja londini fyri stóru broytingunum, sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær
Tað hevur regnað av grimd í Albania í tvey samdøgur, og stór vatnflóð er í landinum. Nýggj frágreiðing vísir, at brúk er fyri 20.000 millardum kr. at verja fyri avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.11.2022 - 09:39

Fátøk lond kring heimin hava tørv á 20.000 milliardum kr., um tey skulu standa seg ímóti stóru broytingunum á veðurlagsøkinum, vísir ein nýggj frágreiðing, sum AFP og NTB  almannakunngera.

Kina er ikki við í frágreiðingini, sum Bretland og Egyptaland bóðu um upp undir veðurlagsráðstevnuna í Egyptalandi.

Pengarnir skulu nýtast til at verja londini fyri stóru broytingunum, sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær, og londini hava tørv á pengunum fyri 2030, stendur í frágreiðingini.

 

Helvtin frá ríkum londum og íleggjarum

Serfrøðingar siga, at 10.000 milliardir kr. mugu koma frá ríkum londum, ríkum fyritøkum og frá íleggjarum.

Restin, einar 14.000 milliardir kr., mugu koma frá privatum og almennum grunnum í ríku londunum.

Í løtuni eru íløgurnar á veðurlagsøkinum umleið 5.000 milliardir kr. um árið, minni enn ein fjórðapart av tí sum krevst, skriva miðlarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369