Svøríki: Politisk runublaking

Svøríki: Politisk runublaking
Vátt er komið í reiðrið millum tveir av politisku flokkunum í Svøríki, sum eru grundarlag undir borgarligu stjórnini, ið tók við fyri einum mánaði síðani.
Mynd: Mynd: Jessica Gow/TT  
 
20.11.2022 - 17:53

Í samrøðu við avísina Expressen hevur arbeiðsmálaráðharrin, Johan Pehrson úr flokkinum Liberalerna, lagt Svøríkisdemokratarnar, ið stuðla stjórnini, undir at vera “brún evja”.

Samrøðan snúði seg millum annað um “Tidö-avtaluna”, sum er sjálvt samstarvsgrundarlagið undir stjórnini.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá Björn Söder, sum er ein av leiðandi politikarunum hjá Svøríkisdemokratunum.

- Um tú ætlar at verða sitandi í stjórnini, eigur tú at umhugsa, hvat tú sigur um sjálvt stjórnargrundarlagið og tær avtalur, ið eru gjørdar, skrivaði hann á Twitter.

Síðani eru tey í Liberelarna kropin til krossin, og í dag sigur floksskrivarin, Mattias Beckström Johansson, at Svøríkisdemokratarnir hava fingið eina umbering.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114