Óvanliga lýtt í Íslandi

Óvanliga lýtt í Íslandi
Í Reykjavík hevur tað ongantíð áður verið so heitt í november mánaði, sum tað er tað nú. Eisini á Akureyri er óvanliga lýtt veður, og har blomstra hjálpirøturnar av nýggjum
Mynd: Mynd: Sölvi Andrason - RÚV  
 
20.11.2022 - 16:31

Grønkál spírar, og bæði fjallarósur og føstulávintsrósur bera framvegis sínar grønu og reyðu summarlitir. Soleiðis er støðan í Íslandi, har tað er óvanliga lýtt, hóast vit eru komin langt út í november.

Tað veit íslendska kringvarpið, RÚV, at siga.

Í Reykjavík hevur tað ongantíð áður verið so heitt í november mánaði, sum tað er tað nú. Eisini norðuri á Akureyri er óvanliga milt veður, og har blomstra hjálpirøturnar av nýggjum.

- Hetta hevur verið ein óvanligur novembermánaður, og serliga síðstu dagarnar hevur tað verið óvanliga lýtt, sigur Kristín Björg Ólafsdóttir, serfrøðingur í veðurlagsgransking.

Heitasti novembermánaður í Íslandi var í 1945, men tey metini eru tikin, og nógvastaðni hevur tað verið sjey-átta stig heitari, enn tað í miðal plagar at vera í november.

Kristín Björg Ólafsdóttir sigur tað vera heita luft eystaneftir og úr landsynningi, ið hevur elvt til lýggja veðrið í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114