Verjir saudiskan krúnprins

Verjir saudiskan krúnprins
Amerikanski forsetin, Joe Biden, vil geva krúnprinsinum í Saudiarabia, Mohammed bin Salman, órin í stevning um myrdan journalist.
 
19.11.2022 - 14:17

Amerikanski forsetin heldur, at krúnprinsurin skal verjast fyri stevningini frá unnustuni hjá Jamal Khashoggi, journalisti, sum var tikin av døgum.

Umsitingin hjá Biden sigur, at krúnprinsurin hevur almennan leiklut, og tí eigur hann at fáa órin í stevningini frá Hatice Cengiz og frá mannarættindafelagsskapum.

NRK skrivar, at tað tó ikki er Biden, sum ger av, um nakar fær órin, tí tað ger ein dómstólur.

Cengiz er sannførd um, at krúnprinsurin fyriskipaði drápið á Khashoggi, og fregnartænastur hava sagt, at drápið hevur slóðir til krúnprinsin.

Dripin á konsuláti
Tá ið Biden var valdur til forseta í 2020, lovaði hann at vera meiri harðrendur móti Saudiarabia enn fyrrverandi forsetin, Donald Trump, var.

Khashoggi var tikin av døgum á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í oktober 2018. 

Sambært turkiskum og amerikonskum myndugleikum bíðaði ein skotdeild eftir honum har, men líkið av honum er ongantíð funnið.

Khashoggi skrivaði greinar fyri millum annað The Washington Post, og fór sjálvur í útlegd til USA. 

Hann hevur altíð verið kritiskur móti stjórnini í heimlandi sínum og ikki minst móti Mohammed bin Salman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Týsdag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
191190
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109