- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sanna Marin til Íslands
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sanna_marin.jpg?itok=dzHufwOS)
Tær skulu umrøða veðurlagsbroytingar, orkusamstarv og samstarv millum Norðurlond, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Sanna Marin er yngsti forsætisráðharri í søgu Finnlands.
Hon var 34 ára gomul, tá ið hon tók við sum forsætisráðharri í 2019. Hon er forkvinna fyri javnaðarflokkinum í Finnlandi og varð vald í Ríkisdagin í 2015.
Sanna Marin og Katrín Jakobsdóttir skulu eisini tosa um broyttu trygdarstøðuna í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina, og um umsóknina hjá Finnlandi um limskap í Nato.
Í nýggjárrøðu síni í fjør nevndi Sanna Marin møguleikan, at Finnland átti at søkt um limaskap í Norðuratlantisku verjusamgonguni.
Finnland hevur í áratíggju verið uttanveltað, men hevur samstarvað við Nato-lond og stuðla verkætlanum hjá Nato.
Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar broytti Finnland støðu um limaskap, og í maimánaði boðaði Sanna Marin saman við finska forsetanum Saulo Niinistö frá, at Finnland fer at søkja um Natolimaskap í tøttum samstarvi við Svøríki, sum eisini hevur søkt um limaskap.