- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fongsulsrevsing í 19 mánaðir fyri hassjsmugling
Ein 43 ára gamal maður var í Føroya rætti í gjár dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri at hava smuglað umleið 15 kilo av hassji til Føroya, við tí í hyggju at selja tað víðari.
Maðurin, sum er dani, játtaði seg sekan, og tók við dóminum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober.
Hassjið var funnið í bilinum, sum var krógvað í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum.
Serbygdur bilur
Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.
Ákæruvaldið kravdi, at hald var lagt á bilin, og tað tók Føroya rættur undir við.
Hetta er størsta nøgd av hassji, sum løgreglan hevur lagt hald á seinastu nógvu árini. Søluvirðið er millum tríggjar milliónir og 750.000 kr. og 4,5 milliónir krónur.
Løgreglan kannar framvegis málið, og í løtuni eru fleiri fólk skuldsett.
Løgreglan hevur higartil í ár lagt hald á meiri enn 40 kilo av hassji, og tað er tað mesta í einum ári.