- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðskapur eina ferð enn
Aftur í nátt var eitt harðsskapsmál fráboðað.
Tað verður nú kannað, upplýsir politiið.
Hetta vikuskiftið hevur politiið fingið fráboðan um trý harðskapsmál.
Nógv fólk var í býnum í Havn á nátt.
Sektin vorðin nógv størri
Tveir menn blivu tiknir á politistøðina at gista.
Teir vóru tiknir fyri at bróta skilhaldsreglurnar, fyri brot á politiviðtøkuna, sum sagt var fyrr.
Sektin fyri at bróta tær er vorðin nógv størri.
Fyri grovt brot er sektin nú 3.000 kr. Hon var 1.000 kr.
Hesa sektina fær annar maðurin, sum var tikin, tí hann var harðligur.
Hin fær minni sektina, sum nú er 1.500 kr. Hon var 800 kr.
Klokkan hálvgum seks í morgun var ein bilførari tikin á Argjum. Hann var tikin, tí illgruni var um, at hann var ávirkaður.