Noreg selur Rumenia F-16 jagaraflogfør

bannari
Noreg selur Rumenia F-16 jagaraflogfør
Tey skulu styrkja turkisku luftverjuna, skrivar norska verjumálaráðið í tíðindaskrivi
Norska Stórtingið
 
05.11.2022 - 13:20

Noreg selur 32 F-16 jagaraflogfør til verjuna í Rumenia fyri tilsamans 388 milliónir evur, - tað eru 2,8 milliardir krónur. 

Rumenia hevur síðani 2021 víst áhuga fyri norsku flogførunum. Tey skulu styrkja turkisku luftverjuna, skrivar norska verjumálaráðið í tíðindaskrivi. Samráðst hevur verið í fleiri mánaðir, og í gjár varð avtalan undirskrivað. Avtalan fevnir eisini um eykalutir og annað í sambandi við røkt, og at upplæra starvsfólk innan tøkni.

Norski verjumálaráðharrin Bjørn Arild Gram sigur, at flogførini eru týdningarmikil lutur í tiltøkunum at stuðla loftverjuna hjá einum Natolandi, og hetta er samstundis góð inntøka hjá norska statinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017