Tríggir føroyingar millum ríkastu fólk í danska ríkinum

Tríggir føroyingar millum ríkastu fólk í danska ríkinum
Ognirnar hjá Regini Jacobsen og Oddvør Jacobsen er gjørdar upp til 3,8 milliardir kr. í løtuni
Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen eiga 16 prosent av Bakkafrosti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2022 - 18:00

Tríggir føroyingar eru á listanum yvir ríkastu fólk í danska kongaríkinum, sum fíggjarliga vikubrævið - Økonomiskt Ugebrev - hevur givið út í dag.

Nummar 52 á listanum eru Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen, sum eiga 16 prosent av Bakkafrosti. Teirra ognir eru uppgjørdar til 3,8 milliardir krónur í løtuni.

Hesa tíðina í fjør áttu tey, sambært tíðindabrævinum, 5,1 milliard krónur. Hetta hevur við sær, at tey fara 18 pláss aftur á listanum.

 

Rúni og Gulak

Rúni Bro Róin, sum er partur av Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), er nummar 87 á listanum. Hann er góður fyri 2,1 milliard krónur.

Gulak Madsen, føroyskur reiðari, sum virkar í Danmark, var í fjør nummar nummar 75 á listanum, men hann er ikki at finna í top-100 í ár.

Sambært fíggjarliga vikubrævinum átti Gulak Madsen ognir fyri 2,6 milliardir í fjør. Hesar ognir eru nú minkaðar 900 milliónir, niður í 1,7 milliardir krónur.

Nummar eitt á top-100 listanum er familjan Kirk Kristiansen, sum eigur Lego. Samlaðu persónligu ognirnar hjá teimum eru í løtuni 255 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226