Svikaðu pening úr íslendska trygdargrunninum

Svikaðu pening úr íslendska trygdargrunninum
Trygdargrunnurin fyri lønir var lumpaður til at halda, at fólk var í starvi hjá fyritøku, sum var farin í gjaldsteðg
Rætturin í Reykjavík hevur dømt í einum máli um svik við peningi úr islendska trygdargrunninum.
 
04.11.2022 - 08:52

Rætturin í Reykjavík hevur dømt seks íslendskar menn fyri umfatandi svik úr íslendska "Trygdargrunninum fyri lønir" í sambandi við, at fimm fyritøkur fóru í gjaldsteðg.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Sambært ákæruritinum, er "Trygdargrunnurin fyri lønir" lumpaður til at halda, at eitt arbeiðsfólk eitt ávíst tíðarskeið hevur verið í starvi hjá eini ávísari fyritøku, sum var farin í gjaldsteðg.

Men í desember í fjør sendi trygdargrunnurin ákæruvaldinum fráboðan um, at ávís fólk høvdu roynt, og møguliga var tað eydnast teimum, at fáa pening úr grunninum uttan at hava rætt til hann.

 

Farmaflutningur og matstovuvirksemi

Talan var eitt nú um fyritøkur, sum høvdu farmaflutning, leigaðu íbúðir út og matstovuvirksemi.

Ein av teimum ákærdu í málinum segði, at hann arbeiddi fyri eitt felag, sum selur golfkylvur úr Íslandi til USA.

Hann segði í rættinum, at hann visti ikki, hvussu væl tað gekk at selja kylvurnar, og rætturin metti tí, at tað var ósannlíkt, at nøkur golfkylva yvirhøvur var seld úr Íslandi til USA.

Menninir vóru dømdir úr hálvum ári upp í tvey ára fongsul, skrivar íslendska kringvarpið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114