Ísrael fær høgravenda stjórn

Ísrael fær høgravenda stjórn
Stjórnarsamráðingar eru byrjaðar, og roknað verður við, at nýggj stjórn verður skipað um hálvan november
Benjamin Netanyahu í Likud er farin at skipa stjórn eftir fjórða valið í Ísrael seinastu fimm árini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.11.2022 - 14:26

Líkt er til, at Ísrael fær sína mest høgravendu stjórn nakrantíð eftir tjóðartingsvalið týsdagin.

Flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Likud, fekk størri undirtøku enn mett, og tað kom av, at ein lítil arabiskur flokkur fekk ikki umboðan í Knesset. 

Benjamin Netanyahu roynir at skipa stjórn saman við tveimum sera víðgongdum flokkum, sum hava fingið rættiliga góðan byr í seinastuni, sigur Áki Johansen, sendimaður í Ísrael.

Hetta var fjórðu ferð í fimm ár, at tjóðartingsval var í Ísrael.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03112022_Val_i_Israel

 

Áki Johansen er føroyskur sendimaður í Ísrael.

 


 


 

 

 


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114