Fyrstu veljararnir hava longu atkvøtt

bannari
Fyrstu veljararnir hava longu atkvøtt
Nú klokkan 9 lótu valstøðini upp, og í størsta valstaðnum í landinum, Høllini á Hálsi í Havn, hava fyrstu fólkini longu greitt atkvøðu
Fyrstu veljararnir stóðu klárir, tá dyrnar til landsins størsta valstað, Høllin á Hálsi í Havn, lótu upp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2022 - 09:20

Klokkan 9 lótu valstøðini kring landið upp, soleiðis at fólk kundu atkvøða til fólkatingsvalið.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

38.387 fólk hava valrætt á fólkatingsvalinum í dag. Størsta valstaðið er Høllin á Hálsi í Havn. 

Fólk kunnu velja millum 60 valevni og seks flokkar.

Valstøðini eru opin millum klokkan níggju í morgun til klokkan 20 í kvøld.

36 menn og 24 kvinnur stilla upp til fólkatingsvalið.

 

Val er grundarsteinurin í fólkaræðum, og tað er umráðandi at leggja børnunum tað í beinini.

Valdagurin er eisini ein hátíðardagur, men hesin tikist vera eitt sindur í iva um, hvønn politiska vong hann skal stuðla. 

Á fólkatingsvalinum 5. juni 2019 brúktu 70,3 prosent valrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079