Sparikassin skal gera tillagingar í sambandi við hvítvask

Sparikassin skal gera tillagingar í sambandi við hvítvask
Norðoya sparikassi tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar
Norðoya sparikassi tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum.
 
27.10.2022 - 16:14

Danska fíggjareftirlitið vil hava Norðoya sparikassa at endurskoða váðameting og bøta um mannagongdina í sambandi við hvítvask.

Tað sigur Norðoya sparikassi í dag.

Fíggjareftirlitið var á eftirlitsvitjan í mai í sambandi við mannagongdirnar hjá peningastovninum at byrgja fyri hvítvaski og at fíggja yvirgang.

Fíggjareftirlitið sigur í frágreiðingini, at vandin fyri, at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og at fíggja yvirgang, er á sama stigi sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við.

Fíggjareftirlitið staðfestir, at Norðoya sparikassi skal endurskoða váðameting og bøta um mannagongdirnar, tá ið ræður um hvítvask.

Sparikassin sigur í tíðindaskrivinum, at hann tekur frágreiðingina til eftirtektar, og fer at gera neyðugar tillagingar.

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum kann lesast her.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18, tá samrøða verður Marner Mortensen, stjóra í Norðoya sparikassa.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109