- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og ES havt fund um granskingarsamstarv

Fyrsti felagsnevndarfundurin millum Føroyar og ES undir nýggja sáttmálanum um føroyska luttøku í ES-skráum var í Havn í farnu viku.
Føroysku umboðini gjørdu vart við týdningin av nýggja og fjøltáttaða samstarvssáttmálanum, sum hevur tryggjað framhaldandi føroyskan atlimaskap í ES-skránni fyri gransking og nýskapan og slóðað fyri føroyskari luttøku í øðrum ES-skráum.
Atlimaskapur í Horizon Europe er mettur sum avgerandi liður í at menna samstarvið við ES, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
Umboðini fyri ES løgdu dent á væl eydnaða atlimaskapin, sum Føroyar hava havt í evropiskum granskingar- og nýskapanarskráum síðani 2010.
Stuðla og hjálpa føroyskari gransking
Umboðini váttaðu, at ES áhaldandi vil stuðla og hjálpa føroyskari gransking og nýskapan við kunning um komandi Horizon Europe útboð.
Partarnir gjørdu eina støðumeting av føroysku luttøkuni í Horizon 2020, og umrøddu ymiskt, sum partarnir hava lært seinastu árini.
Til dømis, hvussu stórt virði luttøka í evropiskari gransking og nýskapan hevur í sær sjálvum, og at hon hevur stóra ávirkan á føroyska gransking og nýskapan.
Arktis
Trivið var í avgerandi leiklutin hjá føroyskari havgransking í Norðuratlantshavi og Arktis, og í hesum sambandi var nýggi arktiski politikkurin hjá landsstýrinum tikin fram.
ES-umboðini mettu føroyska politikkin at vera í góðum samsvari við arktiska politikkin hjá ES.
ES-umboðini løgdu síðan fram dagsskránna fyri politikkin á evropiska granskingarøkinum, dagsskránna fyri evropiska nýskapan og evropisku altjóða tilgongdina til gransking og nýskapan.
Í hesum sambandi bjóðaðu tey Føroyum at luttaka í viðkomandi virksemi.