Steve Bannon dømdur

Steve Bannon dømdur
 
22.10.2022 - 12:26

Steve Bannon, sum var ovasti ráðgevi hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, tá ið hann stillaði upp til forsetavalið í 2016, er dømdur fýra mánaða fongsulsrevsing.

Hana fær hann fyri at hava sýtt fyri at vitna fyri kanningarnevndini, sum kannar álopið á Capitol Hill í Washington 6. januar í fjør, tá ið roynt var at forða fyri, at úrslitið av forsetavalinum kundi góðkennast.

Steve Bannon skal rinda 6.500 amerikanskar dollarar í bót - tað svarar til 50.000 krónur.

Hann skal tó ikki inn at sita beinanvegin, tí advokatar hansara umhugsa at kæra dómin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119