Lítil javnstøða á uppstillingarlistunum

bannari
Lítil javnstøða á uppstillingarlistunum
60 prosent av valevnunum til fólkatingsvalið eru menn, og 40 prosent eru kvinnur
Tvey fólkatingsvalevni. Jørgen Niclasen stillar upp fyri Fólkaflokkin, og Bjørt Samuelsen stillar upp fyri Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2022 - 13:34

Tað er framvegis nakað eftir á mál, áðrenn javnstøða er á uppstillingarlistunum til fólkatingsvalið.

Tilsamans 60 fólk í Føroyum stilla upp til valið um 10 dagar; 36 menn og 24 kvinnur.

Hetta svarar til, at 60 prosent av teimum uppstillaðu í Føroyum eru menn, og 40 prosent eru kvinnur.

 

Støðan tann sama í 2019

Men, tað er ikki so nógv nýtt í hesum í so máta, tí á fólkatingsvalinum 2019 var prosentbýtið umleið tað sama.

Tá stillaðu 63 fólk upp, og prosentbýtið var 59 prosent menn og 41 prosent kvinnur.

Tilsamans 37.387 fólk í Føroyum hava valrætt til fólkatingsvalið, sum í Føroyum verður mánadagin 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119