- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuískoytið verður 10.000 kr.

Oljuískoytið verður ikki 7.000 kr., men 10.000 krónur.
Tað samtykti eitt einmælt løgting í gjár.
Landsstýrið skeyt upprunaliga upp, at oljuískoytið skuldi vera 7.000 kr., men ein samd trivnaðarnevnd mælti til at hækka upphæddina upp í 10.000 kr., og tað var samtykt.
Oljuískoytið verður veitt húskjum, sum hava smáar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi.
Treytir
Ein treyt fyri at fáa oljuískoyti er, at húskið ikki hevur ognir fyri meira enn 50.000 kr. Eru trý ella fleiri vaksin í húskinum, kann ognin vera upp í 70.000 kr.
Bara innistandandi peningur og virðisbrøv telja sum ogn.
Almannaverkið er farið undir fyrireikingarnar, og verður fyrsta dagin til reiðar at taka ímóti umsóknum um oljuískoyti, upplýsir Almannamálaráðið.
Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina í seinasta lagi 30. november.