BankNordik væntar verri úrslit enn mett

BankNordik væntar verri úrslit enn mett
Nú væntar bankin, at úrslitið í ár verður millum 140 og 170 mió. kr.
Óvissan á fíggjarmarknaðinum ger, at BankNordik væntar verri úrslit í ár enn mett.
 
17.10.2022 - 15:47

BankNordik væntar verri úrslit í ár enn mett.

Fyrr í ár varð mett, at úrslitið fór at liggja millum 160 og 190 milliónir krónur, men í fráboðan á verður sagt, at væntaða úrslitið í ár verður millum 140 og 170 milliónir.

Orsøkin til broytingina er, at bankin metir, at óvissan á fíggjarmarknaðinum kann fáa ávirkan á úrslitið.

Eisini verður sagt, at roknskapurin fyri triðja ársfjórðing í ár verður almannakunngjørdur 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109