Korona: Koppsett hava fingið minni koppingarevni enn ásett

Korona: Koppsett hava fingið minni koppingarevni enn ásett
Sjey skamtar vórðu kroystir úr hvørjum glasi, og tað hevur havt við sær, at tey koppsettu hava fingið 10 prosent minni koppingarevni, enn tað var góðkent til
Tá frágreiðingin kom, var mett, at sjúkrahúsverkið fekk 3.000 fleiri prik við at kroysta fleiri skamtar úr gløsunum. (Savnsmynd: Heilsumálaráðið)
 
26.09.2022 - 11:49

Tað var so stórur tørvur á skamtum til koronukoppseting, at í staðin fyri at taka seks skamtar úr gløsunum, so megnaðu føroyska og danska sjúkrahúsverkið at fáa sjey skamtar úr hvørjum glasi.

Nú vísa kanningar, sum Teknologisk Insititut hevur gjørt fyri Danmarks Radio, at fólk av somu orsøk hava fingið minni koppingarevni í seg, enn koppingarevnið var góðkent til.

Talan er um 10 prosent minni koppingarevni.

 

Ikki brúktar í Føroyum

Í Danmark var tað heilsustýrið, sum orðaði eina vegleiðing til sjúkrahúsini, hvussu tey skuldu gera fyri at fáa fleiri skamtar úr hvørjum glasi. Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, vóru hesar vegleiðingar ikki brúktar í Føroyum. 

Men sama um føroyskir myndugleikar brúktu danska vegleiðing ella ikki, so kroystu vit sjey skamtar úr hvørjum glasi, beint ímóti vegleiðingini hjá Pfizer, evropeiska heilivágsmyndugleikanum, EMA og Statens Seruminstitut, sum sendu fleiri ávaringar til danska heilsustýrið.

Fyrstu føroyingarnir vóru koppsettir 30. desember 2020, og í eini støðulýsing frá koppsetingarbólkinum í februar 2021 stendur at "...sum tíðin gekk, fingu starvsfólkini nærum hvørja ferð sjey skamtar úr hvørjum glasi av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech."

 

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

3.000 fleiri prik

Tá frágreiðingin kom, var mett, at sjúkrahúsverkið fekk 3.000 fleiri prik við at kroysta fleiri skamtar úr gløsunum.

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, sat í koppsetingarbólkinum og hevði læknafakligu ábyrgdina:

 

26092022_Tummas_til_heimasidu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366