Størri játtan til viðlíkahald enn nýbygging

Størri játtan til viðlíkahald enn nýbygging
Eftirsleipið av landsvegakervinum er 375 milliónir krónur, og 100 milliónir krónur vanta í til asfaltering
Meiri peningur má setast av til viðlíkahald enn nýbygging, heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.09.2022 - 13:58

Størri partur av almennu játtanini eigur at fara til viðlíkahald enn til íløgur í nýbygging. 

Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann hevur uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at kanna, hvussu sleppast kann av við eftirsleipið í viðlíkahaldinum av landsvegakervinum og almennum bygningum.

 

Jóhannis Joensen er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í útvarpstíðindunum í gjár segði Árni Jacobsen, økisleiðari fyri norðurøkið hjá Landsverki, at sum er, eru eingir pengar settir av til asfaltering av landsvegum.

Í løtuni verður mett, at eftirsleipið av landsvegakervinum er 375 milliónir krónur. 100 milliónir krónur vanta í til asfaltering. 
 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20092022_Johannis

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949