- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi húsarhaldsskúlin gevur nýggjar møguleikar
Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum, har sum gamla kappróðrarneystið stendur í dag.
- Vit húsast í dag í einum gomlum umbygdum sethúsum, so tað sigur seg sjálvt, at nýggi skúlin fer at hava nógv fleiri møguleikar, sigur Jóhanna.
Umstøðurnar hjá næmingunum verða betri, bæði hjá teimum, sum fara at ganga á sjey mánaða langa húsarhaldsskeiðinum, og hjá teimum, sum koma á stakskeið. Pláss verður fyri 35 búgvandi næmingum, og mett verður, at yvir 300 skeiðsluttakarar árliga fara at ganga til ymisk skeið á nýggja húsarhaldsskúlanum.
Um Føroya Húsarhaldsskúla
Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.Skúlin heldur í dag til í leigaðum sethúsum, sum Norðoya Kvinnufelag keypti til endamálið í 1967.
Tað eru 7 fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir.
21 næmingar ganga á skúlanum í dag.
- Nú verður tað okkara uppgáva at finna út av, hvussu vit skulu skipa okkum av nýggjum, tá ið skúlin verður klárur at taka í brúk, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.
Kostnaðurin fyri nýggja húsarhaldsskúlan er úti við 57 mió. kr. Klaksvíkar kommuna fíggjar verkætlanina við 21 mió. kr., og landið fíggjar rest.
Endamálið við húsarhaldsskeiðnum er at geva næmingunum høvi til:
• At nema sær kunnleika til evni, sum eru knýtt at dagliga virkinum hjá tí einstaka menniskjanum í nútíðarsamfelagnum.
• At menna samstarvsevni, sjálvsfatan, medvit, hugflog og hug at læra og venja evnini til sjálvstøðuga meting og støðutakan
Lurta eftir longri samrøðu við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra.