- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava oljutangar skrásettar
Vilja hava oljutangar skrásettar
Tvøroyrar kommuna hevur sett Dan Thomsen at gera skrásetingararbeiðið
14.09.2022 - 08:27
Tvøroyrar kommuna vil hava allar oljutangar í kommununi skrásettar.
Kommunan hevur sett Dan Thomsen til hetta arbeiðið.
Kommunan biður fólk, sum hava oljutanga, um at senda upplýsingar um teir.
Biðið verður um 12 upplýsingar, millum annað, hvussu gamal, tangin er, hvør hevur gjørt hann, hvussu stórur hann er, og um hann hevur ovurfyllingarávaring.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV